Arbeiða nú aftur upp á sumbiarbergholið

Mett verður, at tað arbeiði, sum er eftir at gera, fer at kosta útvið fýra milliónir

Nú er fólk frá landsverkfrøðinginum aftur farið til arbeiðis í Sumbiarbergholinum.

Hóast tað langt síðani er latið upp fyri almennari ferðslu, er tað ongantíð gjørt heilt liðugt.

Eitt nú er tað ongantíð gjørt rundanum tunnilsmunnarnar, ferðsluskelti eru ikki sett upp og slitlag er ikki lagt á vegin.

Nú eru so menn frá Landsverkfrøðinginum arnir at gera rundanum tunnilsmunnan.

Hermundur Michelsen, sum er formaður hjá Landsverkfrøðinginum í Suðuroynni sigur, at tað er so lítið av peningi játtað til vegarbeiði í Suðuroynni, at tað er neyðugt at gera tað í smáum, so hann veit ikki, nær tunnilin verður heilt liðugur.

Í ár verður tann syðri tummilsmunnin gjørdur. Vónandi verður tann norðari so gjørdur komandi ár

Bara asfalt-slitlagið kostar um 1,8 millión.

Hann væntar, at alt, sum er eftir at gera, fer at kosta úvið fýra milliónir at gera alt arbeiðið liðugt.