Tað var ein øgiligur arbeiðssetningur, sum lá á borðinum tá búskaparbólkurin, sum landsstýrið setti í desember mánaði. Ikki so langur í orðum, men kortini sera víttfevnandi. Landsstýrið vildi hava eina rúgvu av útgreiningum og metingum, um heildarveitingina, um framtíðar inntøkumøguleikar og eisini um framtíðar fíggjarlógir.
Men hvussu sær so út nú, góðar tríggjar mánaðir eftir at bólkurin er farin til verka. Vit hava biðið Reidar Nónfjall um at greiða okkum eitt sindur frá arbeiðinum.
Reidar Nónfjall sigur, at arbeiðið gongur, sum tað skal. Hann væntar ikki, at nevndin fer at fáa nakrar trupulleikar yvirhøvur við at verða liðug til tíðina. Og tíðarfreistin er sambært tíðindaskrivinum, sum landsstýrið sendi út á sinni, 10. juni í ár.
Slitið sundur og sett saman
Reidar Nónfjall greiðir frá, at tað fyrsta bólkurin gjørdi var at finna út av hvat tað var, sum landsstýrið bað um.
- Tí brúktu vit ta fyrstu tíðina til at slíta arbeiðssetningin sundur og seta hann soleiðis saman aftur, at vit fingu ein arbeiðssetning, sum tað bar til at arbeiða við, og sum samstundis dekkar tey økini, sum landstýrið hevur biðið okkum kanna.
- Úrslitið, sum vit komu til var, at vit hava gjørt ein arbeiðssetning, sum er í tveimum. Tan eini parturin hyggur at teimum stuttsiktaðu árinunum, meðan hin hyggur at teimum langsiktaðu árinunum, har hugt verður at hvussu Føroyar kunnu fáa ein sjálvberandi búskap ? við ella uttan fullveldi.
Og hevur landsstýrismaðurin góðtikið, at tit hava sett arbeiðssetningin saman á henda hátt?
- Vit hava sagt honum frá, hvussu vit ætla at fara fram, og vit hava einki hoyrt aftur frá honum, tí ganga vit út frá, at hann hevur góðtikið tað.
Arbeiða í bólkum
Tá tað innleiðandi arbeiðið var gjørt, var so farið undir ta veruliga arbeiðið, sum er at greina og lýsa búskaparligu avleiðingarnar m. a. av at heildarveitingin skal burtur.
Í hesum sambandi skulu nógvar upplýsingar fáast til vega, og tað er hetta, sum búskaparbólkurin er í holt við í løtuni, sigur Reidar Nónfjall.
- Og fyri at gera arbeiðsgongdina lættari, so arbeiða vit í bólkum. Vit hava býtt arbeiðini sundur, soleiðis at øll ikki eru við í øllum. Og tá viðgerðin er liðug, so verður alt kókað saman í eina frágreiðing, sigur Reidar Nónfjall.
Hann leggur dent á, at henda frágreiðing skal kunna lesast, og skiljast, av øllum. Bæði politikarunum, sum hava biðið um arbeiðið, men eisini av tí meiniga manninum, sum í grundini er tann, sum skal taka støðu til upplýsingarnar, sigur Reidar Nónfjall at enda.