Klaksvík:
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at hetta er ein av fyrireikingunum til komandi undirsjóvartunnilin.
- Rundkoyringin verður so mikið stór, at tann nógva tunga ferðslan, sum fer at koyra í gjøgnum undirsjóvartunnilin uttan trupulleikar fer at kunna koyra til virkini á báðum ørmunum í býnum, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Ferðslan í Klaksvík er sera nógv økt tey seinastu árini, og tá undirsjóvartunnilin er komin, kann væntast, at klaksvíkingar rættiliga fara at merkja økingina. Serliga tá hugsað verður um ta tungu ferðsluna, sum í dag er um Leirvíksfjørð. Øll hendan ferðslan fer tá at ganga í gjøgnum miðbýin, og tá mugu umstøðurnar fyri ferðsluna í býnum verða munandi betri. Og rundkoyringin er so byrjanin.
Arbeiðið við ætlanini hevur verið í nevnd í nøkur ár nú, og peningur er settur av í grunn til hana. Men herfyri heitti tekniska nevnd á fíggjarnevndina um at játta tann neyðuga peningin til rundkoyringina.
Arbeiðið byrjar einaferð í oktobur ella novembur í ár. Rundkoyringin fer at koma inn á Vágsbø, og tað vil siga, at trøini, sum standa framvið vegnum har, skulu flytast. Og tað er best at gera um heystið.
Steinbjørn sigur eisini, at ætlanin er at royna at fáa so nógv av fyrireikingararbeiðinum til sjálva rundkoyringina av vegnum, áðrenn farið verður í holt við sjálva rundkoyringina. Hetta fyri millum annað at umgangast at tarna ferðsluni um posthúshornið so lítið sum yvirhøvur gjørligt.
- Av tí at rundkoyringin kemur inn á Vágsbø, men ikki inn á gamla Kirkjugarð ella økið, har springvatnið stendur, so verður hon eitt sindur forskotin, greiðir Steinbjørn frá.
Arbeiðið byrjar sum sagt í heyst og rundkoyringin verður liðug komandi ár.