Eydna Skaale
– At broyta hetta við aldursmarkinum á 18-67 ár er ovarliga á mínum raðfestingarlista. Stendur tað til mín, verður tað broytt innan stutta tíð. Nokk ikki í ár, men helst fyrst í komandi ári, ger landsstýriskvinnan greitt.
Annika Olsen viðurkennir, at tað er undarligt at hava eitt aldursmark á 18 ár, tá borgarin hevur júst sama tørv á røkt, sum tá hann er 17 ár.
Hon vísir á, at hennara ætlanir um at broyta lógina kunnu verða steðgaðar, um politiskur vilji ikki er fyri at fremja broytingina og neyðugu pengarnir tískil ikki verða játtaðir.
– Men eg ivist ikki í, at eg havi stuðul frá mínum baklandi í hesum málinum, tí tað er jú fólkaflokspolitikkur, at pengarnir skulu fylgja brúkaranum, uttan mun til, hvar hann er. So eg kann ikki ímynda mær, at hetta fer at taka langa tíð at avgreiða, sigur Annika Olsen, sum vónar at hava upphevjað aldursmarkið í lógini fyrst í komandi ári.
Nýggja stuðulsskipan
Annika Olsen sigur, at hon eisini arbeiðir við uppskotinum hjá Javna um eina meiri brúkarastýrda stuðulsskipan – nevnd BTA (Brúkarastýrd Persónlig Atstøða).
– Eg ynski at innføra hesi viðurskiftini, so brúkarin fær eina fasta stuðulsavtalu við ein, einstakan persón. Tað skal bera til at byggja eitt gott og fortróligt forhold upp. Eg veit, at skipaninar eru ikki nóg góðar, sum er, og at tað er ov stór útskifting við stuðlunum.
Spurd, um tað kundi verið ein familjulimur, sum varð settur sum stuðul, svarar Annika Olsen skjótt og uttan iva.
– Ja, tað kundi fyri so vítt verið mamman, sum varð sett sum stuðul - tað síggi eg onga forðing fyri.
– Men, leggur hon afturat, – Hetta er ein meiri langsiktað ætlan, sum ikki verður so løtt at seta í gildi her og nú. Men eg arbeiði við henni.
Hóast Malena hevur verið heima og tikið sær av Ólavi í skjótt fimm ár, og ikki hevur fingið nakra inntøku hesa tíðina, skal hon ikki vænta sær nakra veiting við afturvirkandi megi.
– Tað fer at vera torført at seta nakað í gildi við afturvirkadi megi, men eg skal broyta hetta við aldursmarkinum skjótast gjørligt, so tað framyvir verður heimild at veita familjum í líknandi støðu fíggjarligan styrk, óansæð hvussu gomul børnini eru, staðfestir Annika Olsen, sum tó ikki vil seta nakra tíðarfreist á.
Tað er sostatt framvegis óvist, nær Malena Anrholdsdóttir kann vænta at fáa fyrstu fíggjarligu hjálpina frá tí almenna á konto. Hon og Ólavur mugu sostatt áhaldandi klára seg fyri hansara pensjón og annars vælvilja frá familju og vinarligum kenningum.