- Tað er óvanliga torført at útvega flakavirkjum arbeiðsfólk og línubátum manning.
Tað sigur Ernst Jacobsen stjóri í ALS.
Í seinastuni hava vit havt fleiri greinar í Sosialinum um, hvussu álvarsligar avleiðingarnar eru av at flakavirkini ikki fáa nokk av fólki til arbeiðis.
Vit hava spurt stjóran á ALS, hvussu tað ber til, at tað ikki ber til at fáa fólk á flakavirki at arbeiða, samstundis sum 400-500 føroyingar eru skrásettir í ALS at vera arbeiðsleysir.
Tað er, sum maðurin segði: Ein góður spurningur.
Ernst Jacobsen ásannar, at tað er sera torført at fáa arbeiðsleys at átaka sær arbeiði á flakavirkjunum.
Men tað er eisini sera torført at fáa arbeiðsleys at fara við línubátum.
- Av øllum vinnum yvirhøvur, er tað burturav torført at fáa fólk at átaka sær arbeiði á flakavirkjunum og at fara við línuskipum.
Stjórin á AlS sigur, at soleiðis hevur støðan verið í nú eina tíð.
-Tað vísir seg mangan, at fólk vilja heldur verða sett í karantenu, ella koyrd úr ALS, enn at tey vilja fara á flakavirki á arbeiða ella við einum línubáti.
Hetta er ein orsøk til, at tað gongur so illa til at tað er so torført at útvega línuskipum og flakavirkjum fólk.
Men hann er kortini ikki heilt samdur í, at tað er heilt so knívskorið, sum summir virkisleiðarar vilja vera við.
- Tað hendir seg meiri enn so, at flakavirki fáa nøkur skikkað arbeiðsbólk burturúr einum lista, tey fáa frá ALS.
Men nú siga arbeiðsgevarar, at tey fólk, tey fáa halda ikki so leingi, men gevast skjótt aftur?
- Ja, men tað er ein onnur søga, tí tað hava vit onga ávirkan á, tí tað fáa vit ikki gjørt so nógv við, sigur Ernst Jacobsen.
Ongar metingar
Stjórin í ALS hevur onga meting um, hví tað er so torført at fáa fólk at fara á flakavirki á arbeiða ella at fara við línubátum.
Hann vil tískil heldur ikki meta um, antin orsøkin er, at stuðulin úr ALS er so góður, at fólk missa ov lítið við at ganga fyri onki.
Stuðulin er í mesta lagið 70% av eini arbeiðaraløn. Tað merkir, at útgjaldið úr ALS er í mesta føri 12.000 krónur um mánaðin. Men so skal skattur betalast av tí. So kann ein og hvør meta um, hvussu nógv tað er at hava at liva fyri. Og tá skal havast í huga, at heilt nógv fáa væl minni enn tað í stuðuli, sigur Ernst Jacobsen. Nógv fáa kanska 8.000 krónur um mánaðin, so tá ið skattur er farin av, kann so hvør meta um, hvussu nógv tað er at liva av, leggur hann afturat.
Men veruleikin er eisini so, at tað eru ikki somu fólk, sum eru alla tíðina. Tey allarflestu eru bara í skipanini og venda eina stutta tíð og fara rættiliga skjótt aftur á arbeiðsmarknaðin.
Nú er arbeiðsloysið eini 2%. Summi siga, at í veruleikanum merkir tað, at vit hava trot á arbeiðsmegi?
- Tað fari eg ikki at meta um. Summi rópa seg eisini upp á eitt “natúrligt” arbeiðsloysi og tað eru eisini tey, sum siga, at vit skulu hava eitt ávíst arbeiðsloysi, fyri ikki at trýsta lønirnar uppeftir. Alt hetta eru sjónarmið, eg havi hoyrt, men sum eg ikki havi viðmerkingar til. Tað einasta, eg kann siga, er, at vit royna at fáa so nógv í arbeiði, sum gjørligt av teimum, sum eru í skipanini, sigur Ernst Jacobsen.
Royna at menna førleikan
Annars sigur hann, at ALS hevur seinastu tíðina gjørt nógv burturúr at førleikamenna tey, sum eru í skipanini.
- Vit hava spurt okkum fyri hjá fakfeløgum og arbeiðsgevarar at kanna, hvar tað kundi verið ein fyrimunur at førleikament fólk. Tvey dømi um slíka førleikamenning, eru, at vit hava havt skeið í sveising og vit hava eisini givið hjálparfólki á dagstovnum skeið í reinføri.
Somueleiðis hava vit eina skipan, har tað ber til at skráseta førleikarnar hjá fólkið í ALS nógv neyvari, enn vit hava gjørt.
Samstundis hava vit heimsíðuna starv.fo , har arbeiðsgevarar kunnu leita eftir fólki og har tað ber til hjá arbeiðsleysum at leita eftir arbeiði.
- Hesi seinastu árini mugu vit eisini ásannað, at arbeiðsloysið er munandi minkað.
Ernst Jacobsen er varin við at geva ALS so stóra æru av hesum, tí sjálvandi hava tíðirnar eisini verið góðar.
- Men vit mugu so staðfesta, at arbeiðsloysið er munandi minkað. Og vit mugu eisini staðfesta, at tað gongur ómetaliga illa at fáa fólk at taka av arbeiðstilboðum í fiskivinnuni á landi, hóast tey mugu sigast at hava førleika til tað.