- Arbeiðspláss í høvuðsstaðnum er ikki ein sjálvfylgja

Tórshavnar Kommuna kann ikki standa og hyggja at, meðan møguleikarnir fyri menning sigla framvið, sigur Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Tórshavnar Kommunu fyri Sambandsflokkin

Tað er ongin sjálvfylgja, at okkara høvuðsstaður gerst eitt stað, har fólk og vinna trívist og mennist.

Tað sigur Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, í lesarabrævi.

Annfinn Brekkstein heldur fyri, at tað ikki ber til at seta seg aftura og bara lata standa til og síggja vandar og vanlukkur, tá ið arbeiðast skal við framburði. Her sipar hann til býráðssamtyktina frá í gjárkvøldi, tá ið Tórshavnar Kommuna avgjørdi at seta 465 milliónir av til útbygging av Tórshavnar Havn.

Annfinn Brekkstein sigur, at ongin fíggjarlig óráð eru tikin. Lántøkan hjá Tórshavnar Havn verður umleið 300 mió. kr. og restin verður fíggjað yvir gjaldførið.

- Vit vilja hava fólkavøkstur, men tað gerst bara við at skapa kappingarførar vinnukarmar og møguleikar, sum skapa arbeiðspláss og búskaparvøkstur, skrivar Annfinn Brekkstein.

 

Lesarabrævið hjá Annfinni Brekkstein kann lesast í fullum líki HER.