Arbeiðsloysið minkað enn meiri

Her sæst eisini, hvar arbeiðsloysið er størst og hvar tað er minst

 

Hetta síðsta árið er arbeiðsloysið í Føroyum minkað enn meiri.

 

Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í februar í fjør var arbeiðsloysið 5,7 prosent, men í januar í ár er tað minkað niður í 4,1 prosent.

 

Hettar síðsta árið er arbeiðsloysið minkað 195 fulltíðar-arbeiðsleysum.

 

Hetta síðsta hevur arbeiðsloysið hjá kvinnum verið størri enn hjá monnum.

 

Í miðal vórðu 133 fleiri kvinnur enn menn, fulltíðararbeiðsleysar, sigur Hagstovan.

 

Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir eisini, at tað er rættiliga stórur munur á, hvar í Føroyum, arbeiðsloysið er størst, og hvar tað er minst.

 

Lutfalsliga er arbeiðsloysið minst í Eysturoy, har tað er 3,5 prosent.

 

Nógv størst er arbeiðsloysið í Sandoy, har tað er meiri enn tvær ferðir so stór, ella 8,3 prosent.

 

Í Norðoyggjum er tað 3,9 prosent, í Streymoy er tað 4,5 prosent, Í Vágum er arbeiðsloysið 5,4 prosent og í Suðuroy er tað 5,1 prosent.

 

Tey flestu arbeiðsleysu, eru fólk í eldru árum, frá 55 til 66 ár, har arbeiðsloysið er 5,6 prosent.

 

Men tað er ikki nógv frægari hjá teimum í bestu árum frá 25 til 34 ár, har arbeiðsloysið er 5,5 prosent.

 

Minst arbeiðsloysið er hjá teimum 45 til 54 ára gomlu, har arbeiðsloysið er 3,5 prosent.