Eitt sindur aftaná klokkan 13 í gjár, hendi eitt arbeiðsóhapp á Norðhavnini í Ánunum.
Ein maður fekk ein sekk, sum vigaði umleið 600 kilo, oman á seg. Maðurin hevur helst brotið annað beinið.
Tað var í sambandi við umskipan av farmi, og so slitnaði trossur. Tað var ein sekkur við biofiltrum, sum brúkast til alivinnuna.
Arbeiðseftirlitið hevur verið á staðnum og kannar málið.