Arbel Yehoud verður leyslatin næsta fríggjadag

Upprunaliga varð væntað, at Arbel Yehoud skuldi leyslatast leygardagin, men tað hendi ikki. Ístaðin vórðu fýra ísraelsk herfólk leyslatin

 

Hamas og Islamiskt jihad siga seinnapartin í dag, at tey fara at leyslata 29 ára gomlu, Arbel Yehoud, næsta fríggjadag - ella dagin fyri næsta fangabýti millum partarnar.

 

Tað veit ísraelska ávísin, Haaretz, at siga í dag, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur.

 

Upprunaliga varð væntað, at sivila, Arbel Yehoud, skuldi leyslatast av Hamas leygardagin - í gjár - men tað hendi ikki. Ístaðin vórðu fýra ísraelsk herfólk leyslatin.

 

Ein talsmaður fyri ísraelska herin (IDF) skuldsetti Hamas í gjár fyri brot á eina avgerð í vápnahvíldaravtaluni um, at sivilir gíslar skulu leyslatast fyrst.

 

Men, í dag siga bæði Hamas og islamskt jihad sambært NTB, at Arbel Yehoud verður leyslatin næsta fríggjadag.