Archibald fekk listavirðisløn

Archibald Black fekk í kvøld Listavirðisløn Nólsoyar Páls

Í kvøld var Listavirðisløn Nólsoyar Páls, sum Klaksvíkar býráð saman við vinnulívinum í kommununi letur, handað listamanninum Archibald Black.

Archibald Black er listamálari, handverkari, tónleikari og bóndi. Í sjeyti árunum var hann partur av rockbólkinum Straight Ahead. Síðani ungdómsárini hevur hann verið virkin sum listamaður, og hann hevur sýnt verk fram bæði heima og burturi. Hann hevur millum annað arbeitt nógv við andlitsmyndum – eitt nú av vísusangaranum Hanus G. Johansen.

Archibald Black er høvuðsmaður í verkætlanini at endurbyggja garðin hjá Nólsoyar Páll í Klaksvík. Hetta arbeiðið er komið væl ávegis.

– Hann skapar og leggur eftir seg. Hann er arbeiðssamur og treiskur. Og hann hevur eygað fyri smálutunum – detaljunum –  bæði í lívinum, listini og handverkinum, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, millum annað, tá ið hann handaði virðislønina, sum umframt heiðurin er 75.000 krónur. 

Áður hava Hanus G. Johansen, Edward Fuglø, Eyð Matras og Steintór Rasmussen fingið Listavirðisløn Nólsoyar Páls.