Tað hevur verið rættiligt illveður í fleiri amerikonskum statum teir seinastu dagarnar. Summastaðni hevur tað regnað so illa, at áir og vøtn eru farin langt upp um bakkarnar, soleiðis at stór øki standa undir í vatni. Í statinum Wisconsin megnaði ein byrging við eitt vatn ikki at standa ímóti trýstinum. Úrslitið varð, at vatnið floymdi út um byrgingina og tók fimm hús av grundini. George W. Bush, forseti, hevur lýst partar av Indiana sum vanlukkuøki, og tað sama hevur guvernørurin í Wisconsin gjørt.