Argentina dumpaði uttan Messi

Nógv bendir á, at Argentina ikki fer at spæla seg beinleiðis til HM-endaspælið í Russlandi

Fyrr í dag gjørdist greitt, at Lionel Messi – 6 tímar undan at Argentina skuldi spæla landsdyst móti Bolivia, varð leikbannaður í fýra dystir, fyri at hava nýtt óhøviskan málburð móti einum hjálpardómara til seinasta dystin hjá Argentina móti Kili.

 

Leikbannið kveikti øði í nógva staðni í Argentina, tí skoðbráðið til at taka ímóti leikbanninum var mett til at vera ov stutt.  

 

Les eisini: Leikbannaður seks tímar undan landsdysti

 

Argentina skuldi so í kvøld spæla týðandi dyst á útivølli móti Bolivia, har Lionel Messi var millum áskoðararnar á áskoðaraplássunum. Og argentinska liðið megnaði lítið uttan heimsstjørnuna. Bolivia vann nevniliga dystin 2-0, eftir at teir í hálvleikinum vóru á odda 1-0.

 

Sostatt bendir nógv á at Kili í kvøld fer framvið Argentina á stigatalvuni í Conmebol kappingini, ið er heitið á undanspælinum í Suður Amerika. Kili spælir seinni í kvøld á heimavølli móti Venesuela, ið er aftast í bólkinum.

 

Endar Argentina uttanfyri fjórða plássið, má Argentina spæla play-off til at sleppa við til HM í Russlandi á sumri í 2018. Tað er eisini vandi fyri at Argentina kann enda uttanfyri fimm tey bestu, tí teir eru í harðari kapping við Ekvador eisini. Tað kemur tó væl við fyri Argentina, at Ekvador í kvøld helst tapir sín dyst móti Kolumbia. Har er í løtuni hálvleikur, og Kolumbia er á odda 2-0.