Argjamenn vóru um at koma sær í trupulleikar

1. DEILD: Hóast heimaliðið svam í møguleikum, so var tað ikki fyrrenn 20 minuttir undan leikloki, at tað eydnaðist at fáa hol á ímóti botnliðnum

AB er nummar trý, og næstbesta liðið hjá 07 Vestur er næstaftast. Í dag átti AB heimavøll ímóti 07 Vestur. Tað kundi lagt upp til stóran heimasigur inni í Vika, men soleiðis tørnaði tað ikki út.

 

AB hevði bóltin mesta partin av tíðini, og tað vóru støður, hornaspørk og málmøguleikar frammanfyri málið hjá 07 Vestur. Men tað gekk illa hjá heimaliðnum at fáa bóltin framvið Sámali á Steig í 07 Vestur málinum.

 

20 minuttir undan leikloki eydnaðist tað loksins AB at fáa hol á. Málskjútti var Dánjal Danielsen, og 21 ára gamli danski spælarin Luca Ørsted Thorstensen átti uppleggið. Hetta var sjeynda málið í ár hjá Dánjali, sum er AB toppskjútti.

 

So sá tað út til, at tað var sloppið hjá AB, men soleiðis varð tað ikki. Tíggju minuttir undan leikloki gjørdi heimaliðið sjálvmál og so var 1-1.

 

AB spenti álopsbogan í botn, og 07 Vestur var væl skipað í verjupartinum. Fyrr í ár vann AB 1-0 í Sørvági, og aftur í dag eydnaðist tað AB at vinna við einum máli. Málskjútti í síðsta minutti var Bjarki C. Nielsen, sum undan hesum kappingarárinum flutti aftur til barndómsfelagið, eftir at hann í fýra ár var í B36. Hetta var fjórða málið hjá Bjarka í ár, og tað varð skorað við brotssparki, sum Bjarki sjálvur vann.

 

AB hevur 32 stig og kappast um næstfremsta plássið við B71.

 

07 Vestur hevur fýra stig.

 

Fríggjakvøldið fer AB til Klaksvíkar, meðan 07 Vestur fær vitjan av EB/Streymi.