Ari aftur til 07 Vestur

Betri deildin menn: Ari í Haraldsstovu Petersen skal verja málið hjá 07 Vestur komandi kappingarár

Mynd: (Álvur Haraldsen) Bestu dystarvenjingina í ár hevur Ari í Haraldsstovu Petersen fingið við U21-landsliðnum

Sum skilst, so skal Ari í Haraldsstovu Petersen skal málið hjá 07 Vestur komandi kappingarár. U21-landsliðsmálverjin skifti undan hesum kappingarárinum frá barndómsfelagnum 07 Vestur til KÍ.

 

Her hevur tað ikki eydnast honum, at vinna sær fast pláss á liðnum. Hann hevur fyri tað mesta spælt við næstbesta liðnum, sum var partur av niðurflytingarstríðnum. Nú ljóðar, at 07 Vestur hevur leigað Ara í Haraldsstovu Petersen fyri komandi kappingarár.

 

KÍ hevur nevniliga longt við danska málverjan, Mark F. Jensen. Hann vann sær plássið í millum stengurnar í ár og tí er hugsandi, at hann ger tað sama komandi ár.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Bestu dystarvenjingina í ár hevur Ari í Haraldsstovu Petersen fingið við U21-landsliðnum