Ári Mohr Jónsson gevst í Sandnes Ulf

Føroyski landsliðsspælarin gevst í norska Sandnes Ulf

Síðani 2018 hevur Ári Mohr Jónsson spælt við Sandnes Ulf í næstbestu deildini í Norra. Vinstri bakkurin boðar nú frá, at hann ikki heldur fram í norska felagnum.

 

- Eg eri komin at kenna nógv góð fólk, og komi at sakna gerandisdagin við spælarunum og venjaratoyminum. Tað hevur verið ein fragd at spæla á Øster Hus Arena og síggja felagið menna seg, men tá tað er sagt, so er tað eitt stórt vónbrot, at vit ikki hava rokkið uppflytingini, sigur Ári Mohr Jónsson við Eurosport.no.

 

Fyrstu ábendingarnar siga, at landsliðsspælarin ætlar sær ikki heim á klettarnar at spæla enn. Hann er 27 ára gamal og hevur víst góðar taktir, tá hann hevur spælt á landsliðnum seinastu tíðina.

 

Ári Mohr Jónsson er upprunaliga úr HB, men spældi frá 2012 til 2016 við danska Silkeborg, áðrenn hann spældi tvey ár í HB undan fráferðini til Sandnes Ulf. Hann hevur spælt 13 landsdystir fyri Føroyar og skotið eitt mál.