Ári Mohr Jónsson og Silkeborg hava í felag valt at ógylda sáttmálan, so vinstri bakkurin frítt kann fara til HB. U21 landsliðsspælarin, sum eisini hevur roynt seg á A-landsliðnum, hevði eitt hálvt ár eftir av sáttmálanum.
Ári Mohr Jónsson náddi at spæla tíggju dystir fyri besta liðið hjá Silkeborg, men skaðar hava gjørt sítt til, at menningin ikki hevur verið sum ætlað.
Tað er heimasíðan hjá Silkeborg, sum ber tíðindini í dag.