Aria í heimstaðnum

Aria spælir í Klaksvík fríggjakvøld

Fríggjakvøldið fer popbólkurin Aria at spæla í heimstaðnum Klaksvík.

Bólkurin ,sum fyrr í ár gav út fløguna ?After these messages?, hevur og fer at spæla nógv í summar. Teir spældu tvey kvøld í høllini á Kambsdali, tá Varmakelda var fyrst í hesum mánaðinum.

Aria verður eisini við á Ólavsøkukonsertini, har teir eru eitt av høvuðsnøvnunum. Men fyrst verða tað klaksvíkingar., sum sleppa at leggja oyra til tónleikin hjá Aria.

Aria hevur havt fleiri sangir við á 15 teimum bestu hjá Útvarpi Føroya, og seinasta leygarkvøld streyk nýggja hittið hjá teimum, ?Rooftop? beinleiðis inn sum nummar seks á listanum. Fyrr í ár vann sangurin ?Analja? seg langt upp á listan.

Aria spælir í Lognbrá fríggjakvøldið.