KÍ-høllin í Klaksvík verður karmur um tvey stór tónleikatiltøk á jólum.
Annað jólakvøld fara Vágsheyggjafrensarnir at spæla til gamlamannadans og aldursmarkið verður 20 ár.
Leygardagin , 3. jóladag, verður stórur dansur við bólkunum Aria og Dynamit. Aria hevur ikki verið á palli í Klaksvík í longri tíð, men rættiligt lív er komið í Dynamit aftur, eftir at bólkur hevur givið nýggja fløgu út.
Dansurin byrjar kl. 23.00 bæði kvøldini.