Tað er lítið at síggja til alternativa bústaðarbygging í álitinum »Alternativ bústaðarbygging«.
Tað heldur Arkitektafelag Føroya, sum hevur havt evnisfund um álitið, sum er grundarlagið undir aðalorðaskiftinum hjá løgtinginum í dag. Fleiri avgerandi tættir vanta í álitinum, heldur felagið.
? Tað er ikki rætt at kalla álitið »Alternativ bústaðarbygging. Úr innihaldinum er lítið um alternativar bústaðir, men mest um framtíðina hjá Húsalánsgrunninum. Felagið hevði vónað, at tað vóru tey menniskjaligu viðurskiftini, sum vóru í miðdeplinum. Tað er umráðandi, at vit gera okkum greitt, hvussu vit vilja búgva í framtíðini, sigur Rúni Abrahamsen, formaður í Arkitektafelag Føroya.
Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt álitið um alternativa bústaðarbygging er mannaður við embætisfólkum. Hann hevur av tíðarneyð onki gjørt við setningin, sum álegði honum »at finna útav, hvørji sosial atlit skulu takast í sambandi við alternativa íbúðarbygging«. Tað harmast Arkitektafelag Føroya um og vónar, at landsstýrismaðurin fær sett hetta evnið á skránna, so hesin umráðandi parturin eisini verður lýstur.
Arkitektafelagið hevur í fleiri ár sóknast eftir einum almennum bústaðarpolitikki, sum skal slóða fyri góðum og fjølbroyttum bústaðum. Nú álitið mest snýr seg um fíggjarviðurskiftini er felagið vónbrotið, tí tað gevur álitinum eina slagsíðu. Arkitektarnir vóna tó, at politikarar fara at skifta orð um, hvussu føroyingar grundleggjandi skulu búgva komandi 50 árini. Hvat ynskja vit, og hvat vilija vit sleppa undan, spyrja arkitektarnir.
Bústaðarmynstrið í Føroyum er ov einstáttað, staðfestir Arkitektafelagið, og tað broytist ikki, fyrr enn ymisku bústaðarskipanirnar verða javnsettar fíggjarliga. Frítøka fyri meirvirðisgjaldi, rentustuðulin og at summar kommunur selja byggibúgvin grundstykki fyri undirprís er ein óbeinleiðis stuðul til sethúsabygging, sum alternativir bústaðir ikki fáa lut í.
Arkitektafelagið saknar politiskt fyritakssemi, tí føroysk bústaðarbygging er lítið ment tey seinastu árini. Hóast vit byggja fyri milliardir, er einki er gjørt fyri at kanna og menna bústaðarbyggingina, og ov lítið verður gjørt fyri at byggja á royndirnar, sum eru gjørdar ? bæði vánaligar og góðar.
? Bústaðarbyggingin skal vera fjølbroytt og liðilig. Tann tørvur, sum vísir seg í dag, er ein annar um 25 ár, sigur Arkitektafelagið, sum heitir á politikarar um at orða ein bústaðarpolitikk, sum eisini tekur byggifaklig og sosial atlit. Tástaðni fáa vit bústaðir við hugsjónum, heldur Arkitetkafelagið, ið bjóðar seg fram at verða við í arbeiðnum at fáa betri bústaðir til øll.