Eftir vitjanina í Føroyum í síðstu viku fór danski uttanríkisráðharrin, Lene Espersen, beinleiðis til Grønlands, har hon hevur havt fund við Kupik Kleist, landsstýrisformann. Høvuðsevnið á fundinum teirra millum var næsti ráðharrafundurin hjá Arktiska Ráðnum, sum verður í Nuuk næsta ár, og tey vóru á einum máli um, at tað týdningarmesta málið tá verður at skipa eina bjargingartilbúgving fyri tað arktiska økið.
Nú ísurin í Arktis minkar, veksur áhugin fyri skipaferðslu í økinum, men samstundis veksur eisini vandin fyri, at skip so sum stór tangaskip kunnu fara á land og elva til umfatandi og oyðandi dálking.
Tí er neyðugt við einari bjargingartilbúgving, og á næsta ráðharrafundinum fara Danmark og Grønland at virka fyri at fáa eina bindandi avtalu millum londini í Arktiska Ráðnum um at skipa eina tílíka tilbúgving, sigur Lene Espersen við grønlendska kringvarpið.