Eftir at tað í tveimum teimum fyrstu umførunum hevði gingið sum eftir ánni, kom føroyska talvlandsliðið seinnapartin orduliga niður á jørðina.
Í talv OL kappingini, sum er í Týsklandi í hesum døgum, var mótstøðuliðið í 3. umfari Armenia.
Harvið var mótstøðan so stór, sum tað ber til at vera uppi ímóti, og tað sást aftur á úrslitinum. Armenia vann 4-0.
Helgi Dam Ziska, sum á fyrsta borði hevði svarta fólki, legði skjótt kongin. Hinir tosaðust, men tá ið tað var liðugt á øllum borðunum segði úrslitið 4-0 til Armenia.
Umframt Helga Dam Ziska vóru føroysku umboðini í dag Heini Olsen, John Rødgaard og Martin Poulsen.