Tað verður Armgarð E. Steinholm, sum skal taka við eftir Heina Eysturoy sum leiðari á deildini fyri infrakervið hjá Landsverki.
Tað boðar Landsverk frá í dag.
Síðani Heini Eysturoy fór úr starvinum sum deildarleiðari fyri Infrakervi í juni í fjør, hevur hon annars átikið sær starvið sum deildarleiðari, saman Mikkel H. Frandsen, sum er rakstrarleiðari. Men nú er hon sostatt sett í starvið. Landsverk sigur, at seks umsóknir komu inn.
Armgarð E. Steinhólm er 48 ára gomum og sivilverkfrøðingur. Hon byrjaði sum verkfrøðingur á Vegadeildini á Landsverki í 2005. Í 2007 gjørdist hon leiðari fyri Ferðsludeplinum á Vegadeildini, og seinastu árini hevur hon verið planleiðari á deildini fyri Infrakervi.