DSC Arminia Bielefeld vann í gjár 4-2 á útivølli móti SpVgg Greuther Fürth. Samstundis spældi Hamburg SV javnleik, so nú eru Jóan Símun Edmundsson og Arminia trý stig fremst – fyribils.
Føroyski landsliðsspælarin byrjaði inni á meiri framrættaða miðvøllinum hjá DSC Arminia Bielefeld, sum spældi móti fimm í deildini, SpVgg Greuther Fürth. Tað verður roknað sum ein torførur dystur, men longu í hálvleikinum eru gestirnir við toftamanninum á miðjuni á odda 2-0.
Jóan Símun Edmundsson fær 55 minuttir á vøllinum. Síðani skiftast liðini um at skora. Fyrst Arminia Bielefeld og so Greuther Fürth, inntil tað endar 4-2.
SpVgg Greuther Fürth - DSC Arminia Bielefeld 2-4 (0-2)
0-1 Cedric Brunner, 13
0-2 Fabian Klos, 35
0-3 Cebio Soukou, 68 br
1-3 Havard Nielsen, 73
1-4 Paul Jaeckel, 77 sjálvm
2-4 Kenny Prince Redondo, 90
##med2##