Jóan Símun Edmundsson sat á bonkinum allan dystin, tá Arminia Bielefeld í dag vann 2-1 á Holstein Kiel í 2. Bundesliguni í Týsklandi.
Føroyski landsliðsspælarin hevur sitið uttanfyri síðani dystin móti Hamburg SV, tá hann bleiv skiftur út í hálvleikinum. Síðani hevur Arminia Bielefeld vunnið á Dynamo Dresden í 2. Bundesliguni og tapt 3-2 móti Bundesligafelagnum, Schalke 04, í steypakappingini.
Í dag vóru tað tvær á stjørnunum á liðnum, sum skoraðu málini í 2-1 sigrinum á Holstein Kiel, ið liggur á 12. plássi. Áleyparin, Fabian Klos legði Arminia á odda í fyrra hálvleiki. Eitt stórt korter fyri tíð skoraði miðvallarin, Andreas Voglsammer, til 2-1.
Venjarin gjørdi tríggjar útskiftingar, men toftamaðurin kom tíverri ikki inn. Við sigrinum heldur Arminia Bielefeld fast í 2. plássinum í 2. Bundesliguni Hamburg SV er nummar eitt og Stuttgart er nummar trý.