Arminia Bielefeld misti eitt fet

2. Bundesligan: Kappingarneytarnir spæla í morgin og kunnu hála inn á Jóan Símun og teir

Arminia Bielefeld spældi í dag javnleik 1-1 á heimavølli móti 1. FC Nürnberg í 2. Bundesliguni, sum er næstbesta deildin í Týsklandi. Jóan Símun Edmundsson er framvegis skaddur og var ikki á vøllinum.

Arminia Bielefeld er greitt oddalið við nú 57 stigum fyri 29 dystir, meðan VfB Stuttgart og Hamburg SV eru ávikavist seks og átta stig aftanfyri fyri somuleiðis 29 dystir. VfB Stuttgart og Hamburg SV spæla í morgin á heimavølli og kunnu leggja trýst á í uppflytingarstríðnum, har tvey feløg flyta beinleiðis upp í Bundesliguna.

Arminia Bielefeld, sum hevur ein útsettan dyst móti Dynamo Dresden, tók í dag á heimavølli móti 1. FC Nürnberg. Heimaliðið kom eisini á odda við mál frá sterka áleyparanum, Fabian Klos, eftir eitt lítið korter.

Beint fyri hálvleik javnaði Patrick Erras fyri 1. FC Nürnberg. Síðani gekk javnt fyri seg og tað endaði við javnleiki, sum gestirnir eru væl meiri nøgdir við. 1. FC Nürnberg liggur júst røttu megin niðurflytingarstrikuna.

##med2##