Arminia Bielefeld vísti aftur tenn

2. Bundesligan: Jóan Símun og Bielefeld hava kós móti dreymalandi

Arminia Bielefeld tók um vikuskiftið eitt stórt fet móti uppflytingini til Bundesliguni, sum má roknast sum eitt dreymaland fyri Jóan Símun Edmundsson og teir.

Um vikuskiftið var 27. umfar í 2. Bundesliguni í Týsklandi. Arminia Bielefeld spældi málleysan javnleik á útivølli móti kappingarneytunum úr Hamburg SV. Jóan Símun Edmundsson hevur framvegis trupulleikar við knænum, sum hevur argað hann seinastu tíðina.

Tað má roknast sum eitt avebra gott úrslit og stórt fet á leiðini til uppflyting, at Arminia Bielefeld megnar at fáa máleysan javnleik á útivølli móti Hamburg, sum saman við Stuttgart eru í uppflytingarstríðnum.

Arminia Bielefeld er framvegis seks stig frammanfyri Hamburg SV, sum er eitt væl størri felag við stoltari søgu í bestu deildini. Tað sama kann sigast um Stuttgart, ið tapti 3-2 móti Holstein Kiel og er sjey stig aftanfyri Arminia Bielefeld.

Komandi umfar møtast júst VfB Stuttgart og Hamburg SV, meðan Arminia Bielefeld situr yvir, tí teir skulu møta botnliðnum Dynamo Dresden, men allur hópurin er í sóttarhaldi.

##med2##