Arminia vil ikki leyslata Jóan Símun

Arminia Bielefeld noktar øllum sínum landsliðsspælarum at fara við landsliðunum

Arminia Bielefeld boðar í dag frá á heimasíðuni hjá sær, at felagið noktar sínum landsliðsspælarum at ferðast til øki, sum eru rakt av korona. Hetta hevur felagið loyvi til sambært reglugerðini hjá UEFA.

Talan er um Ritsu Doan (Japan), Jóan Símun Edmundsson (Føroyar), Anderson Lucoqui (Angola), Cebio Soukou (Benin) og Sergio Córdova (Venesuela).

- Fyri uttan Amos Pieper og Arne Maier, sum skulu spæla við týska U21-landsliðnum í Braunschweig, skulu allir spælararnir ferðast til risikoøki. Tað merkir, at spælararnir skulu í sóttarhald í fimm dagar, tá teir koma heim aftur. Eftir at hava tosað við myndugleikarnar, sum ikki vilja gera undantøk. Vit hava boðað spælarunum og teir skilja støðuna, sigur Samir Arabi, ítróttarstjóri hjá DSC Arminia Bielefeld.

Håkan Ericson hevur úttikið 24 teir somu, sum vóru úttiknir til landsdystirnar móti Danmark, Lettlandi og Andorra. Síani er Magnus H. Jacobsen nummar 25, nú Føroyar skulu spæla venjingardyst móti Litava, sum verður í Vilnius mikudagin 11. november, og UEFA Nations League dystir móti Lettlandi og Malta, sum verða ávikavist 14. og 17. november.

Hópurin:

Gunnar Nielsen, FH (Ísland)

Teitur M. Gestsson, HB

Tórður Thomsen, NSÍ

Sonni Ragnar Nattestad, B36

Heini Vatnsdal, KÍ

Odmar Færø, KÍ

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)

Heðin Hansen, HB

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ

Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (Noreg)

Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)

Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)

Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)Dan í Soylu, HB

Magnus H. Jacobsen, B36

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg (Svøríki)

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)

Meinhard Egilsson Olsen, GAIS (Svøríki)

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ

Andreas Lava Olsen, Víkingur

Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)

Patrik Johannesen, KÍ