Arnar er aftur í eldinum

Royndi miðvallarin hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við barndómsfelagið

Hann er 29 ára gamal, og hann eigur nógvar royndir í bestu deildini. Í 2019 var hugurin ikki so góður, og Arnar Dam fór av landinum og gavst so við fótbólti í fremstu røð, og í fjør spældi hann ongan dyst á besta liðnum.

Nú hevur Arnar Dam skrivað undir nýggjan sáttmála við EB/Streym. Hann hevur higartil í ár spælt tríggjar ferðir á næstbesta liðnum, og sunnudagin var hann á beinkinum, tá ið EB/Streymur við 2-1 sigri á Svangaskarði ímóti B68 vann seg í fjórðingsfinaluna í kappingini um løgmanssteypið.

Tað tykist vera ein spurningur um tíð, nær Arnar Dam aftur verður á besta liðnum hjá EB/Streymi.

Eingin ivi er um, at tað er styrkur hjá Jákupi Martin Joensen og hansara monnum, at Arnar Dam nú er við í kappingini um plássini á liðnum.

Miðvallarin Arnar Dam hevur sambært faroesoccer.com spælt 160 landskappingardystir í bestu deildini. Longu í 2008, tá ið hann var 16 ára gamal, og EB/Streymur fyri fyrstu ferð vann FM, varð Arnar skiftur inn í einum dysti, í 2009 spældi hann ein dyst, og frá 2010 og fram til 2018 var hann regluliga á besta liðnum.

Arnar Dam hevur verið við til at vunnið FM tvær ferðir – í 2008 og 2012 – og hann hevur verið við til at vinna finaluna um løgmanssteypið tvær ferðir – í 2010 og 2011.

Sunnudagin fara EB/Streymur og Arnar Dam suður í høvuðsstaðin at spæla ímóti B36.