Arnbjørn gjørdi alt

Landsins besti áleypari staðfesti sína støðu, tá hann gjørdi tey bæði fyrstu málini í Streymnesi í gjár, og legði upp til tey bæði seinnu hjá sínum liðið, sum harvið eisini staðfesti sína støðu sum landsins besta lið

FÓTBÓLTUR

 

Seks gyltir minuttir og ein gyltur maðurin avgjørdu dystin í Streymnesi i gjár. Arnbjørn Hansen sendi lið sítt framum, tá klokkan rundaði 20 minuttir. Í 66. minutti var kollfirðingurin aftur framvið, og so gekk tað skjótt fyri seg. Fimm minuttir seinni spældi hann Hans Paula Samuelsen púra leysan, og víkarmaðurin sendi bóltin trygt í netið. Minuttin eftir endurtók sama søga seg, og so var støðan brádliga 4-0 til EB/Streym.

 

Málini hjá Arnbjørn

KÍ hevði annars lagt eitt hampiligt trýst á EB/Streym undan 2-0 málinum. Við einum frísparki og tveimum hornaspørkum hóttu teir EB/Streym, sum tá var dottið langt aftur á vøllin.

Tað gjørdist tó ongantíð meiri enn hóttanir, og at enda fekk Dánjal Davidsen sparkað bóltin himmalhøgt og langt vekk av vandaleið – burtur frá egnari verju, framum miðvøllin, framvið KÍ-verjuni, men ikki framvið Arnbjørn Hansen.

Kollfirðingurin fangaði bóltin, sneiddi framvið landsliðsliðfelaganum í KÍ-málinum, og legði bóltin trygt í tóma netið.

Hetta var næsta málið hjá Arnbjørn Hansen í gjár. Tað fyrra stútaði hann flott í netið dygst við handaru stong, eftir at Sorin Anghel hevði lagt bóltin innfyri úr høgru.

 

Málini hjá Hans Paula

Seinna málið hjá Arnbjørn kom, tá stívliga ein tími var spældur. Tá slakir tjúgu minuttir restaðu at spæla, fór Arnbjørn Hansen so í gongd sum uppleggjari.

Aftur hesaferð fangaði hann ein bólt, sum vælleikandi Dánjal Davidsen sparkaði fram á vøllin. Arnbjørn trekti eitt vet inn í vøllin, sá eitt hol í verjuni og legði bóltin inn um, har Hans Pauli Samuelsen kom tuskandi og lyfti bóltin frekt yvir í handara síðunet.

Minuttin skoraði Hans Pauli sítt seinna mál, sum var eitt neyvt kopi av tí fyrra – hesaferð bara í vinstru síðu og ikki í høgru.

So var dysturin avgjørdur. Tað var hann fyri so vítt, tá EB/Streymur skoraði til 2-0, men tey bæði síðstu málini staðfestu bara munin á liðunum báðum.

 

Málini hjá KÍ

Móti dystarenda sóu leikararnir á vøllinum, at sigurin var í tryggum hondum og fór ongan veg. Spælið gjørdist meiri tilvildarligt og ikki eins heilhjartað, og soleiðis fekk KÍ pyntað upp á úrslitið, so tað á pappírinum ikki gjørdist talan um reina eyðmýking.

Innskifti Álvur Christiansen minkaði um munin stutt fyri leiklok, og í yvirtíðini beindi Rógvi Jacobsen bóltin í málið við høvdinum eftir innlegg úr høgru.

 

Hini hjálpa EB/Streymi

Nú sjey dystir eru eftir at leika, ger EB/Streymur sítt fyri at varðveita oddasessin, tað ið eftir er av árinum. Og sum um tað ikki var nóg mikið, so fær liðið eisini góða hjálp frá liðunum aftanfyri seg á stigatalvuni. Í gjár taptu tveir av nærmastu kappingarneytunum, soleiðis at nú eru tíggju stig, ið skilja EB/Streym frá øðrum plássi.

21 stig eru eftir at spæla um. 15 av hesum stigum standa upp á spæl við Margáir í Streymnesi, har B68, ÍF, Víkingur, B36 og HB vitja. Seks stig standa upp á spæl útivølli móti NSÍ og Skála.

 

Lítil hjálp til KÍ

Hjálpa hini liðini EB/Streymi, so er lítil hjálp at heinta hjá KÍ. Argasti kappingarneytin omanfyri niðurflytingarstrikuna vann í gjár, so fuglfirðingar hava yvirhálað klaksvíkingar, ið nú liggja bert trý stig omanfyri B71 og seks stig frammanfyri Skála. Hesa støðu kann KÍ tó bøta nógv um komandi vikuskifti, tá teir vitja á Skála og B71 hjá HB.