Arne Poulsen farin

Týskvøldið andaðist Arne Poulsen 74 ára gamal.

Arne var ættaður úr Porkeri. Hann var sonur Evi og Napoleon Poulsen (Poli á Høvdanum)

Arne var lítil smádrongur tá óløgi og mótrák raktu heim teirra. Bert seks ára gamal misti hann pápa sín í syrgiligari bátsvanlukku. Hetta hendi eitt vakurt summarkvøld í 1952. Henda dag høvdu porkeningar ført torv úr Porkerisnesi til Porkeris. Tvær ferðir henda dagin hevði seks ára gamli Arne verið við pápa sínum úti í Porkerisnesi eftir torvi. Men tá farast skuldi triðja og seinasta túrin var vorðið so seint, at eingin smádrongur fór við. Men hesin seinasti túrur út í Porkerisnes gjørdist ein feigdartúrur og báturin kom ongantíð aftur.

Blaðið Føroya Sosial-Demokratur nr. 30 frá 1952 sigur soleiðis um tilburðin:

”Kl 10.30 á kvøldi fóru fýra mans eftir torvi úti í Porkerisnesi. Tá nakað var komið út á náttina og eingin bátur var afturkomin, fóru menn at leita, men tað einasta teir komu fram á er onkur ár og torvposi.”

Nakrar vikur seinni varð líkið av Pola funnið. Hann var tann einasti av teimum fýra ið varð afturfunnin. Jarðarferðin hjá pápa Arna gjørdist tí mestsum eitt minningarhald yvir allar fýra ið sjólótust.

Bert 10 ára gamal misti Arne yngra beiggja sín Bjarna. Hetta neit fast og gjørdi óivað sítt til, at Arne aftíð var serstakliga barngóður og tað hava børn og barnabørn hansara notið gott av.

Móðir Arna Evi, var ein sterk kvinna. Eftir at hon hevði mist mannin læt hon hús teirra í Høvdanum í Porkeri taka niður og seta uppaftur í Vági, haðani hon var ættað.

Arna var evnaríkur og tilkomin fór hann undir hægri lestur. Longu sum 23 ára gamal tók hann prógv sum civilverkfrøðingur í kemi.

25 ára gamal fekk hann avbjóðandi starv í Tórshavn og hann kom at røkja mong álitisstørv.

Arne var í mong ár virkisleiðari á Bacalao.

Eisini starvaðist hann í mong ár sum skrivari hjá Føroya Reiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Fyri at kunna samanbera føroyska fiskivinnu við onnur lond, hevði Arne stóran áhuga í at kanna, hvussu útlendingar høvdu skipað sína fiskivinnu. Í hesum samhandi gjørdi hann eisini kanningarferðir uttanlanda.

Hansara innlit í vinnulívið gjørdi sítt til, at Arne í fleiri ár røkti starvið sum aðalstjóri í vinnumálaráðnum.

Tað fall Arna lætt at skriva og tá hann hartil eisini var talkønur, gjørdist hetta ein sterkur eginleiki innan tey fakøki, hann kom at starvast í.

Bæði reiðarar og manningarfeløg hava notið gott av tí vitan, ið Arne kundi borðreiða við.

Seinastu árini hevur Arne starvast á grannskoðanarvirkinum NUMO. Í hesum starvi ferðaðist hann ofta til Suðuroyar og tað tyktist sum at Arna dámdi væl at leita aftur til sínar røtur.

Arne giftist Sedeu ið er ættað frá Gjógv. Hon var honum ein hollur stuðul á lívsleiðini. Saman eiga tey børnini Bjarna, Svend og Elin. Barnabørnini eru 11 í tali.

Tá Arne hevði fingið staðfest sjúkuna avgjørdi hann at fara ein túr til Suðuroyar, fyri at ganga túrin út á Porkerisnes. Har hevði hann ongantíð verið síðani feigdardagin 22. juli 1952, tá hann misti pápa sín.

67 ár eftir vanlukkuna upplivdi Arne so einaferð enn at vitja Porkerisnes. Hvørjar tankar Arne hevur gjørt sær henda dagin kunnu vit bert gita um. Men óivað hevur hesin túrur verið eitt neyðugt stig fyri hann.

Arne var ikki orðaríkur. Orðini vóru altíð vald við fynd og skynsemi.

Hann var ein hollur starvsfelagi og altíð fúsur at veita ráð og hjálp tá ið á stóð.

Vit lýsa frið yvir minnið um Arna Poulsen.

s