Arne Treholt ? dømdur ósekur?

Í 1985 varð norski diplomaturin Arne Treholt dømdur tjúgu ára fongsul fyri njósning. Hann sat bara sjey ár, men í einari nýggjari bók heldur hann uppá, at hann var ósekur

Alt Noreg var skelkað, tá ákæruvaldið avdúkaði, at tað hevði tikið diplomatin Arna Treholt og skuldsett hann fyri at hava njósnast fyri Sovjetsamveldið í fleiri ár. Í 1985 kom hann fyri rættin í Oslo, og har fekk hann ta harðastu revsing-ina, sum norsk lóg hevur. Hann skuldi sita tjúgu ár í fongsli. Sjey ár seinni, í 1992, fekk hann kortini grið og varð latin leysur. Komin úr fongslinum varnaðist hann skjótt, at hann var alt annað enn ein avhildin maður, og hann valdi tí at flyta av landinum. Tey tólv árini síðani hevur hann búð á miðjarðarhavsoynni Kýpros.
Kundi gagna Noregi
Nú hevur hann skrivað eina bók um lív sítt. Hann heldur uppá, at hann var ongantíð njósnari, og at hann bleiv dømdur, sjálvt um hann var ósekur. Kortini dugir hann at skilja, at norsku myndugleikarnir hildu eygað við sær, tá hann á ferðum uttanlands hitti umboð fyri sovjetsku fregnartænastuna KGB. Sjálvur sigur hann, at kanska hevði hann hug at virka sum "ein privatur uttanríkisráðharri", og at kanska leið hann eisini av hásinni.
? Eg var við í einum spennandi arbeiði í sjeytiárunum. Tá snúði tað seg um viðurskiftini ímillum eystur og vestur, um kjarnorkuvápn og um trygdarpolitikk. Í 1979 varð eg sendur til New York at arbeiða á norsku sendistovuni í ST, men hetta arbeiðið var ikki júst tað, sum mær dámdi best. Tá so Gennadij Titov setti seg í samband við meg, kundi eg ikki standa ímóti freistingini, og tí tók eg av, sigur Arne Treholt.
Hann helt, at samstarvið við russar kundi koma Noregi til góðar. Kanska kundi hann fáa beinleiðis samband við Kreml, og soleiðis sum støðan var ímillum Noreg og Sovjetsamveldið tá, kundi tað vera hent hjá Noregi at hava samband við ta ovastu sovjetsku leiðsluna.
Ikki ólógligt
? Í dag dugi eg at síggja, at eg skuldi ongantíð verið farin inn á hasa kósina. Eg veit, at tað, sum eg gjørdi, var skeivt, men harvið er ikki sagt, at tað var ólógligt ella revsivert. Sjálvur helt eg meg hava eina ávísa trygd, tí eg hevði ikki atgongd til nøkur loynilig skjøl tá, sigur Treholt.
Hann leggur afturat, at hann vildi fegin, at onkur hevði lagt uppí. Spurdur, hvør tað skuldi verið, svarar hann, at tað kundi verið onkur av teimum fremstu politikarunum. Sjálvur var hann ungur tá og hevði eina trongd eftir at gera okkurt munagott. Slíkt er vandamikið, tí tað kann fáa ein at leypa framav, og tað var tað, sum hendi hjá mær, sigur Arne Treholt.
Í bókini greiðir Arne Treholt frá sambandi sínum við Gennadij Titov, men hann dugir ikki at siga, hví hann ikki greiddi nøkrum frá hesum sambandinum. Hann ásannar, at tað var skeivt at dylja tað, men hann heldur kortini ikki, at tað var ólógligt.
Ikki njósnari
? Men sum frá leið leiddist eg av hesum fundunum í útlandinum. Eg visti longu frá byrjanini, at eg var farin inn á eina kós, sum kundi vera vandamikil, og tað var eisini orsøkin til, at eg ikki fór á ein fund við Titov í Helsingfors í februar í 1983. Um tað mundið gekk á eg háskúlanum hjá norsku verjuni og hevði atgongd til loynilig skjøl. Hevði eg farið til Helsingfors, hevði tað verið trupult hjá mær at greiða frá, hvussu eg kundi hitta ein sovjetskan umboðmann ein dag og síðani sita á skúlabonkinum á verjuháskúlanum dagin eftir. Eg fekk meg heldur ikki til at gera tað, og tí hitti eg ikki Titov aftur fyrr enn um summarið í 1983. Tá var eg liðugur á verjuháskúlanum.
Í bókini skrivar Arne Treholt, at hann lat KGB ávirka seg í tíggju ár. Tá hevði hann eina aðra uppfatan av hesum. Hann uppfataði Titov sum ein góðan og sera áhugaverdan samstarvsfelaga, og hann kendi ongantíð á sær, at hann bleiv misnýttur.
? Eg haldi framvegis ikki, at teir nýttu meg sum njósnara. Men tá eg seinni í 1983 hitti Titov og eitt annað sovjetskt umboð í Wien fekk eg varhugan av, at teir ætlaðu at brúka meg. Tað vildi eg ikki, og eg segði tað eisini við teir.
Arne Treholt visti ikki, at norska fregnartænastan var í Wien, tá hann hitti tey bæði sovjetsku umboðini. Norðmenninir hildu eygað við teimum trimum, og tá løgreglan seinni tók Arna Treholt, bleiv ein mynd av honum og teimum báðum sovjetsku umboðunum løgd fyri hann. Hann skilti, at norska fregnartænastan hevði verið í Wien, og at virksemi hansara var vorðið avdúkað.
Fregnartænastan politiska ávirkan
Í bókini rør Arne Treholt uppundir, at fregnartænastan hjá norsku løgregluni hevur havt ein ávísan leiklut í norskum politikki. Hann nevnir millum annað, at í 1986 bleiv Gro Harlem Brundtland kunnað um, at stórtingsmaðurin Einar Førde hevði samband við Sovjetsamveldið. Tað fekk hon at vita frá fráfarandi forsætisráðharranum, Kåre Wilooch.
Sjálvur heldur hann, at fregnartænastan hjá løgregluni hevur havt munandi politiska ávirkan uttan fyri sítt veruliga virkisøki. Tænastan hevur ein hóp av upplýsingum um nógv fólk, og úr øðrum londum vita vit, at upplýsingar hjá slíkum tænastum verða nýttar á ymiskan hátt.
? Vit hava brúk fyri slíkum tænastum, men vit eiga at gera okkum greitt, at tað at halda eygað við fólki kann skjótt elva til misnýtslu, sigur maðurin, sum fekk landsins harðastu revsing fyri njósning, men sum sigur seg vera ósekan.

(Kelda: Bergens Tidende)