Móðurmálsdagur er í morgin, og í hesum sambandi hevur Tilhaldið í Tórsgøtu í Havn eisini sett móðurmálið á dagsskránna.
Seinnapartin í dag klokkan 15 fer Árni Dahl, lærari, at hugleiða um V. U. Hammershaimb.
ST hevur lýst 21. februar sum móðurmálsdag, men í Føroyum verður hann hildin 25. mars, sum er føðingardagur V. U. Hammershaimbs, sum verður kallaður »faðir at føroyska málinum«. Í morgin eru 196 ár síðani, at hann varð føddur, og skipað verður fyri fleiri tiltøkum.
Árni Dahl hevur undirvíst í føroyskum í barnaskúla og á Føroya Læraraskúla í mong ár. Hann hevur skrivað fleiri skúlabøkur, eitt nú bókmentasøgu um føroyskar bókmentir og høvudnar.
Meira um móðurmálsdagin sæst VIÐ AT TRÝSTA HER