Árni er aftur á beinkinum

Og René Shaki Joensen er aftur á vongverjanum í høgru

KÍ riggar í løtuni av álvara til at fara undir fyrra partin av avbjóðingini, sum tað er at vinna seg í fjórða umfar í Europa Conference League kappingini, har tað verður avgjørt, um klaksvíkingur fyri fyrstu ferð skulu vinna seg í europeiskt bólkaspæl.

 

KÍ er farið undir upphitingina í Pristina í Kosovo, har tað eru 28 hitastig, og har fyrsta bríksl verður klokkan 19 føroyska tíð.

 

Sum in.fo skrivaði fyrrapartin sunnudagin, tá ið landskappingardysturin millum KÍ og B68, ið var seinni tann dagin, varð umrøddur, so hevur Jesper Brinck brákað rivjabein. Tí er hann ikki tøkur at spæla, men hann er í kvøld millum teir tíggju á KÍ beinkinum. Tá varð eisini sagt, at René Shaki Joensen varð spardur, so hann kundi vera millum teir fyrstu ellivu í kvøld, og tað er hann. Síðsta sunnudag var Jóannes K. Danielsen fyri fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu, síðani hann fyrr í summar flutti aftur til KÍ, men í kvøld er Jóannes á beinkinum.

 

Í síðstu viku átti Árni Frederiksberg uppleggið, tá ið KÍ við 1-0 heimasigri spældi seg víðari í Europa Conference League kappingini. Tað var Árni, sum við frísparki úr høgru legði fram í brotsteigin, har Páll A. Klettskarð við høvdinum skoraði sigursmálið. Hetta var fyrsti dysturin í Europa í ár, at Árni var millum teir fyrstu ellivu. Í kvøld er Árni aftur á beinkinum frá dystarbyrjan.

 

 

 

Ballkani Kosovo – KÍ

 

Europa Conference League

 

Hósdagin 4. august kl. 19.00 á Stadium Fodil Vokrri í Pristina í Kosovo

 

Dómarakvartett úr Noregi:  Espen Eskås, Jan Erik Engan, Isaak Elias Bashevkin og Kristoffer Hagenes (4. dómari)

 

KÍ: Mathias Rosenørn – René Shaki Joensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Claes Philip Kronberg – Mads Bo Mikkelsen, Páll A. Klettskarð

 

Á beinkinum: Meinhardt P. Joensen, Géza Túri, Dmytro Lytvyn, Jesper Brinck, Árni Frederiksberg, Jóannes K. Danielsen, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Valerijs Sabala, Anders Sølvsten Holved

 

Venjari: Mikkjal K. Thomassen