Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum

Forlagið Leirkerið hevur júst givið út bókina „Áron”. Hetta er tann fyrsta av fimm skaldsøgum um bíbilskar trúarhetjur, sum tæntu í skugganum av øðrum. Tær fimm bøkurnar eru um: ÁRON, KALEB, JÓNATAN, AMOS og SILAS.

 

Hesir fimm menninir svaraðu kalli Guds og tæntu trúfastir uttan at verða viðurkendir ella gerast navnframir. Teir góvu alt tað, teir høvdu, og teimum var greitt, at lønina fingu teir helst ikki fyrr enn í tí æviga lívinum. Í ævisøgu teirra er ein avbjóðing til okkara, sum vit ongantíð skulu gloyma.

 

Móses kloyvdi Reyðahav, men í skugga hansara stóð ein maður, sum altíð fer at ímynda stóra høvuðsprest okkara. ÁRON.

 

Amerikanski rithøvundurin, Francine Rivers, hevur skrivað bókina. Hon hevur skrivað nógvar skaldsøgur – bæði bíbilskar og aðrar,  m.a. um tær fimm kvinnurnar í ættartali Jesusar: Tamar, Rahab, Rutt, Batsebu og Mariu.

 

Páll á Lakjuni hevur týtt bókina til føroyskt. Hon fæst til keyps í bókahandlunum kring landið og á nethandlinum www.leirkerid.fo