Arsenal hevði sítt besta kappingarár í fleiri ár farna kappingarár. Tað bleiv til eitt 2. pláss og Champions League fótbólt. Nú ætlar felagið at leggja afturat í royndini at kappast við Manchester City.
Bretskir miðlar sum Sky Sports skriva, at Arsenal fer at keypa 24 ára gamla Kai Havertz frá grannunum úr Chelsea. Prísurin liggur um 560 milliónir krónur. Søgan sigur, at næstan alt er upp á pláss og tað finnast myndir av Kai Havetz í Arsenal-troyggjuni, men tað er ilt at siga tær eru falskar.
Chelsea keypti Kai Havertz í 2020, tá hann var eitt ungt stjørnuskot. Hann hevur ikki heilt sligið til, men hevur tó avgjørt eina Champions League finalu fyri Chelsea. Hann er ein av fleiri spælarum hjá Chelsea, sum verða seldir í summar, nú felagið hevur keypt inn fyri seks milliardir krónur.
Tað bleiv til 139 dystir og 32 mál í tíðini í Chelsea. Serliga tað seinna talið er ov lagt fyri ein áleypara.