Enska stórfelagið, hevur verið fyri stórum broytingum í summar. Fyrst hevur felagið skift út á venjarasíðuni fyri fyrstu ferð síðani 1996, har spanski Unai Emery verður nýggjur venjari í felagnum fyri franska Arsene Wenger, sum ger, at spælistílurin fer at vera broyttur eitt vet.
Og hóast tað er tíðliga í mun til næsta kappingarár, hevur nýggi venjarin longu kunngjørt tvey nýggj keyp, ið skulu styrkja felagið defensivt. Fyrst var sveisiski landsliðsliðskipari, Stephan Lichsteiner kunngjørdur, og í dag er týski málverjin, Bernd Leno, kunngjørdur.
Bernd Leno hevur spælt sjey tey seinastu árini fyri Bayer Leverkusen, har hann hevur verið fyrsti málverji. Harumframt hevur Bernd Leno eisini spælt seks a-landsdystir fyri Týskland, hóast hann til HM í Russlandi var vigaður ov lættur til hópin.
Nýggi Arsenal málverjin kemur at kosta Arsenal umleið 170 milliónir krónur, og tað verður roknað við, at týski málverjin fer at vera nýggjur fyrsti málverji ístaðin fyri kekkiska Petr Cech.
Bernd Leno er 26 ára gamal.