Arsenal luktar bronsu

Arsenal er nú bara eitt stig frá triðja plássinum í Premier League, eftir at teir í kvøld vunnu 2-1 í evstu løtu á Newcastle. Avgerandi málið kom ikki fyrr enn fýra minuttir inn í yvirtíðina. Newcastle kom annars á odda, men Arsenal javnaði í sama minutti.

 

Hatem Ben Arfa legði Newcastle á odda aftaná 14 minuttir. Við góðum bóltførleika rak hann seg leysan í høgru síðu og smekkaði bóltin inn lágt við nærmasti stong.

 

Newcastle leikararnir vóru illa nokk komnir aftur á hálvuna hjá sær, tá Arsenal javnaði. Theo Walcott varð spældur leysur í høgru síðu. Kviki vongurin legði bóltin innfyri til Robin Van Persie, ið legði sær bóltin til rættis og smekkaði hann í málið.

 

Í seinna hálvleiki trýsti Arsenal og millum annað Tomas Rosicky var nær við at leggja vertirnar á odda. Fýra minuttir inn í yvirtíðina eydnaðist tað so.

 

Arsenal fór í mótálop og Theo Walcott legði bóltin innfyri og hesa ferð endaði tað við at miðverjin, Thomas Vermaelen, fekk prika bóltin í málið til stóra gleði fyri meginpartin av áskoðarunum á Emirates leikvøllinum. Hetta er fjórðu ferð á rað, at Arsenal vendur einum hóttandi tapi til ein sigur í Premier League.

 

Eftir málið bleiv ilt millm landsmenninar Robin Van Persie og Newcastle málverjan, Tim Krul. Arsenal hevur nú 52 stig á fjórða plássi, eitt stig aftanfyri Tottenham.

 

Premier League:

 

Arsenal – Newcastle 2-1