Arsenal misti gyltan møguleika

Hýrurin millum Arsenal fjepparar er ikki góður í dag. Tíðliga seinnapartin vitjaði oddaliðið á St. Andrews í Birmingham, og úrslitið varð 2-2. Birmingham, sum telist millum botnliðini, javnaði við brottsparki, tá ið tíðin, sum dómarin hevði lagt afturat, var um at vera farin.

Arsenal spældi ellivu ímóti tíggju mest sum alla tíðina. Bara tríggir minuttir vóru farnir, tá ið Martin Taylor hjá heimaliðnum fullkomuliga høvuðleyst taklaði Eduardo da Silva, sum varð heilt illa skaddur. Fleiri keldur vilja vera við, at hann hevur brotið beinið og tískil ikki verður førur fyri at umboða Kroatia í EM endaspælinum í summar.

Arsenal venjarin, Arsene Wenger, var illa nøgdur við avrikið hjá sínum monnum, og hann var ógvuliga illa nøgdur við viðferðina, sum kroatiski landsliðsspælarin fekk tíðliga í uppgerðini:

-Martin Tayloyr átti ongantíð aftur at fingið møguleikan. Hvat ger hann á vøllinum? Eg havi leingi hugsað, at einasti møguleikin at steðga Arsenal er at sparka spælararnar niður. Hetta hevur leingi verið ávegis, var viðmerkingin hjá Wenger.

James McFadden legði við fínum frísparksmálið Birmingham á odda. Eftir steðgin setti Arsenal seg á spælið, og Theo Walcott javnaði og legði Arsenal á odda. Hetta vóru fyrstu hansara fyrstu mál í landskappingardysti fyri Arsenal.

Arsenal hevði aðrar møguleikar at økja um leiðsluna. Tað megnaðu teir ikki, og í staðin var tað Mc Fadden sum javnaði úr ellivu metrum, eftir at Gael Clichy, hevði gjørt stórt veverjumistak og síðani brotsspark.