2. jóladag lyfti Manchester United seg upp á ovastu rók, har Arsenal leingi hevur havt fast pláss. Leygardagin tók Arsenal United oddasessin aftur, og harvið er tað greitt, at London felagið verður fremst á nýggjárinum.
Nýggjársdag fær Arsenal á Emirates Stadion vitjan av West Ham, og Manchester United fær á Old Trafford vitjan av Birmingham.
At uppgávan verður torfør, fekk Arsenal staðfest leygardagin, tá ið West Ham á Upton Park vann 2-1 á Manchester United.
Cristiano Ronaldo legði í 1. hálvleiki gestirnar framum. Tá ið lítið korter restaði, javnaði Anton Ferdinand, og fimm minuttir seinni skoraði Matthew Upson sigursmálið.
Harvið hevði Arsenal møguleikan leygarkvøldið at endurvinna oddasessin á Goodison Park, og tað eydnaðist.
Í 1. hálvleiki sá einki út, tá ið Tim Cahill legði heimaliðið framum. Men í 2. hálvleiki var verjuspælið hjá Everton syndarligt, og Arsenal tók av.
Eduardo javnaði og legði Arsenal framum, og Emmanuel Adebayor og Tomas Rosicky øktu til 4-1, hóast danski Niklas Bendtner varð útvístur. Mikel Arteta hjá Everton varð eisini útvístur.
Chelsea vann 2-1 á Stamford Bridge á Newcastle. Sigursmálið skoraði Kaloyu í 87. minutti. Essien legði eftir hálvan tíma heimaliðið á odda, og Nicky Butt javnaði í 56. minutti.
Í morgin kl. 16 vitjar Liverpool Manchester City. Støðan: Arsenal 47, Manch. United 45, Chelsea 41, Liverpool 36 og Manchester City 35 stig. Trý tey fremstu hava spælt 20 dystir. Liverpool hevur spælt 18 dystir og Manchester City 19 dystir.