Á papírinum sá tað út sum ein yvirkomilig uppgáva, tá Arsenal á heimavølli møtti Wigan, men tað skuldi vísa seg at verða truplari enn sum so.
Longu í 7. Minutti legði Wigan seg fram um við máli, sum Franco di Santo skoraði. Og longu minuttin eftir var tað Jordi Gomes, sum økti fyri gestirnar.
Sjálvt um Vermaelen rímiliga tíðliga fekk minka um munin, fekk Arsenal ongantíð hvørki útjavnandi ella vinnandi málið, og tað merkir, at liðið verður standandi á 64 stigum.
Hetta skapar samstundis spenning aftur í oddinum um triðja plássið, tí bæði Tottenham, Newcastle og nú eisini Chelsea hava møguleika at vinna Arsenal aftur. Tottenham og Newcastle liggja á 59 stigum hvør, meðan Chelsea hevur 57.
Tað áhugaverda er kanska, at Chelsea komandi leygardag skal hitta júst Arsenal á útivølli og seinni Newcastle á heimavølli.
Arsenal man iðra seg, tí ein sigur móti Wigan hevði mest sum tryggjað triðja plássið.