Arsenal stevnir móti meistaraheitinum

Premier League: Arsenal er nú stórfavorittur at vinna gull

Fult umfar hevur verið í Premier League um vikuskiftið. Við sigri í kvøld er Arsenal nú átta stig frammanfyri Manchester City og stórfavorittur at vinna Premier League, fyri fyrstu ferð síðani 2004.

 

Arsenal spældi í kvøld grannauppgerð móti Tottenham og vann 2-0. Fyrsta málið var eitt sjálvmál frá Hugo Lloris, sum endaði við at beina at spíkst skot í egið mál eftir eitt lítið korter. Hetta setti ferð á Arsenal, sum líka skuldi fóta sær eftir fyrstu minuttirnar.

 

At Arsenal er á meistarakós sást, tá Martin Ødegaard sendi bóltin í máli við skotið uttanfyri brotsteigin. Tá vóru 36 minuttir farin av dystinum móti arvafíggindanum á útivølli, og Arsenal hevði longu vunnu sær greiða leiðslu.

 

Tottenham royndi at svara aftur seint í seinna hálvleiki, men inn vildi bólturin ikki. Arsenal tykist hava tað, sum eitt meistaralið skal hava. Eina sterka verju, málskjúttar í øllum ketum og eitt vet av hepni, tá tað stendur mest á. Arsenal skal komandi vikuskiftið spæla móti Manchester United, sum er í stórformi.

 

Chelsea vann fyrr í dag 1-0 á Crystal Palace við máli frá Kai Havertz. Newcastle er á Champions League kós við 1-0 sigri á Fulham. Fulham fekk annars eitt brotsspark, sum Aleksandar Mitrovic sendi í málið, men tað bleiv kolldømt, tí áleyparin gleið og rakti bóltin tvær ferðir, áðrenn bólturin fór í málið.

 

1Arsenal18152142:1447
2Manchester City18123346:1839
3Newcastle19108133:1138
4Manchester Utd18122429:2138
5Tottenham19103637:2733
6Fulham2094732:2931
7Brighton1893635:2530
8Brentford1978432:2829
9Liverpool1884634:2528
10Chelsea1984722:2128
11Aston Villa1974822:2725
12Crystal Palace1864817:2622
13Nottingham F.1955915:3420
14Leeds1845926:3317
15Leicester19521226:3317
16Wolves19451012:2717
17Bournemouth19441118:4116
18West Ham19431215:2515
19Everton19361015:2615
20Southampton19431217:3415