Eftir ætlan skuldi fyrsti ársfundurin verða hildin í Suðuroy, men tann nógvi kavin gjørdi, at fundurin mátti útsetast. Enn er ikki avgjørt nær fundurin verður.
Fundurin í Eysturoynni varð hildin á Runavíkar Sjómansheimi 16. mars. Við á hesum fundinum var eisini umboð fyri M.B.M.-kjøt og greiddi frá føroyskari kjøtframleiðslu.
Í Havn varð ársfundurin hildin í matstovuni í Hoyvík 17. mars. Her vórðu millum annað stuttfilmir vístir fram.
Í Klaksvík varð ársfundurin hildin á Klaksvíkar Sjómansheimi 17. mars. Her greiddi Johanna á Tjaldrafløtti, leiðari á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík, frá matvanum.
Seinasti fundurin varð hildin á Hotel Vágum týskvøldið.
Undirtøkan misjøvn
? Undirtøkan á hesum fundunum er misjøvn. 100 fólk onkustaðni, 50 ella 40 aðrastaðni. Í ár hevur veðrið eisini havt sína ávirkan á uppmøtingina, sigur Gunnleivur Dalsgarð, skrivari í Keypssamtøkuni.
? Tað er annars mest á jólafundinum, at vit plaga at gera meir burturúr hugnanum. Tá skal gjarna okkurt vera bæði til gamans og álvara. Vit hava í ár roynt at gera skránna eitt sindur meira fjølbroytta, og tað sær út at verða væl móttkið, sigur Gunnleivur.
Val
av stjórnarumboðum
Á hvørjum einstøkum ársfundi, í teimum ymisku deildunum, verður ein limanevnd vald.
Harafturat verða eisini stjórnarumboð vald. Streymoyggin fær trý, Eysturoyggin tvey, Norðoyggjar eitt, Vágoyggin eitt og Suðuroyggin eitt umboð.
Stjórnarvalini verða góðkend á aðalfundinum, sum verður 18. apríl á Hotel Hafnia. Felagsstjórnin skipar seg eftir fundin.
Tekur við afturvali
Sigrid Dalsgaard hevur verið formaður í felagsstjórnini í fleiri ár. Sjálv minnist hon ikki um tað er 8 ella 10 ár síðan, hon gjørdist formaður.
Men møguleikin at halda fram sum formaður er so avgjørt til staðar. Á ársfundinum í Havn varð hon afturvald, og sjálv sigur hon, at hon roknar við at taka við afturvali sum formaður, um hon verður spurd. Men tað má stjórnin avgera, og stjórnin skipar seg jú ikki fyrr enn eftir aðalfundin.