Á bilaframsýningini, sum er í Geneve í hesum døgum, bleiv Opel Astra kosin til ársins bil í Evropa 2016.
Umframt at Opel Astra bleiv kosin ársins bilur í Danmark, er hann nú eisini kosin ársins bilur í Evropa av eini dómsnevnd við 59 evropeiskum motorjournalistum. Opel Astra bleiv nummar eitt, Volvo XC90 nummar tvey og Mazda MX-5 gjørdist nummar trý.
Grundgevingarnar fyri at gera Opel Astra til ársins bil eru m.a. at Astra hevur hópin av innbygdum trygdarskipanum, nógva útgerð sum standard og sera góðar koyrieginleikar. Alt hetta til ein avgjørt kappingarføran prís.
Opel Astra verður gjørdur bæði sum hatchback og í stationcar útgávuni Astra Sports Tourer.