Í morgin, leygardagin, verður ársins fyrsta bátastevna, sum er Bátafestivalurin á Toftum. Stevnan, sum nú hevur fleiri ár á baki, er ein lutfalsliga stór stevna, sum hevur nógv at bjóða stevnugestum.
Bátafestivalurin savnar nógvar bátar og nógvar kampingvognar og Bátafelagið á Toftum, sum er høvuðsfyriskipari av stevnuni, eigur nógva og góða útgerð til eina slíka stevnu, har tjøldini eru ein týðandi partur.
Bátafestivalurin liggur altíð fyrsta vikuskifti í mai, og tá hetta er lutfalsliga tíðliga á árinum, kunnu góðu tjaldumstøðurnar hava stóran týdning.
Onkur ár hevur verið av fagrasta veðri, og onnur ár hevur veðrið vignast minni væl. Men, sum onkur segði, at veðrið eigur ikki at vera altavgerandi fyri, um stevnan eydnast ella ei.
Á einari bátastevnu eru bátarnir í miðdeplinum, og í fleiri ár hava kampingvognar so sanniliga eisini sett sín dám á bátafestivalin á Toftum.
Sambært skránni hesaferð, møtast bátarnir sum vanligt inni í Skálafirði leygardagin klokkan 11, og byrjað verður at sigla út eftir fjørðinum og út móti Toftum klokkan 11.30.
Tá klokkan nærkast 12.30, byrjar Nes sóknar Hornorkestur at spæla við bátahylin í Oyrunum, og løtu seinni byrja bátarnir at stevna inn í bátahylin, har teir leggja til bryggju.
Sum vanligt er á bátafestivalinum á Toftum, verður aftur í ár bjóðað til góða suppu í tjaldinum, og millum klokkan 13.30 og 14.45 eru øll hjartaliga vælkomin at leska sær av suppuni.
Tað verður Theodor Poulsen, sum fer at halda vælkomstrøðu í festivaltjaldinum, og hann leggur fyri klokkan 13.30.
Samstundis, sum bátarnir koma í Oyrarnar, letur ymiskt upp á festivaløkinum. Her verður eitt nú kaffisøla og tombola, sum kvinnufelagið og talvfelagið standa fyri.
Á festivaløkinum verða eisini hoppiborgir til børnini at stytta sær stundir á.
Samstundis, sum tey byrða at borðreiða við suppu, byrjar eisini at runga úr harmonikunum í tjaldinum. Hornatónleikur og harmonikur seta altíð sín dám á slíkar løtur.
Tíðliga seinnapartin leygardagin verður eisini skattaveiða fyri børnum.
Eitt, sum altíð hevur stóran áhuga á Bátafestivalinum á Toftum, eru leskiligu festivalbúffarnir, sum ongantíð sláa falska mentu. Sølan av búffum byrjar klokkan 15.
Seinnapartin leygardagin verður nógvur tónleikur í tjaldinum á festivaløkinum, og tað verða Sway, sum leggja fyri. Árni Andreasen fer at syngja klokkan 15.45, og klokkan 16.30 fer Sámal Ravnsfjall á pallin.
Sum seinnaparturin gongur, fara fleiri onnur kend nøvn eisini á pallin.
Muskulterarnir fara at syngja klokkan 17.15, klokkan 18 verður tað Jens Marni Hansen, og klokkan 18.45 fer Janus Wiberg á pallin.
Í tímunum frá klokkan 19.30 til 21.30 verður stórt Syngið-Við tiltak, sum Fuglafjarðar Harmonikufelag og Fimmboði Lisberg fara at taka sær av.
Stórdansurin á Bátafestivalinum á Toftum verður við Halli Joensen Band, sum fer á pallin klokkan 23, og her verður dansur heilt til klokkan 04.
Her sæst filmsbrotið, har børnini í Nes kommunu saman við Kristiani Poulsen bjóða øllum vælkomnum á Bátafestival - https://youtu.be/RCo0hopsf0E