"Ársins Spælarar" sending beinleiðis á Rás2

Sendingin, har ársins bestu í fótbólti 2015 verða heiðrað byrjar klokkan 19 í kvøld

Í kvøld verður “Ársins spælari” tiltakið hjá Miðlahúsinum, Rás2 og Fótbóltssambandinum í Perluni í Tórsgøtu í Havn.

 

 

Les eisini: Ársins spælarar skulu heiðrast

 

 

Heiðrast skulu Ársins- spælari, ungi spælari, venjari, málverji, verjuspælari, miðvallari, áleypari, dómari og somuleiðis verður ársins lið sett.

 

 

Tað ber til at hoyra alt tað, sum fer fram í Perluni beinleiðis á Rás2, sum hoyrist á FM 98,7, FM 95,9, FM 88.7, og á www.midlar.fo.  

 

 

Í VikuskiftisSosialinum bleiv kunngjørt hvørjir spælarar eru í uppskoti til ársins spælara. Hetta eru teir tríggir spælararnir, sum hava fingið flest atkvøður. Teir eru nevndir í alfabetiskari raðfylgju:

 

 

Ársins spælarar: Teir tilnevndu hjá monnum

Klæmint A. Olsen, NSÍ

Lukasz Cieslewicz, B36

Odmar Færø, B36

 

Ársins spælari kvinnur: Tey tilnevndu eru

Ansy Sevdal, EB/Streymur/Skála

Fríðrún Danielsen, EB/Streymur/Skála

Heidi Sevdal, HB