Foreldur nokta børnum sínum at fara í skúlar, har sum asbest er, men tey hava ongar trupulleikar við at senda tey í skúlar, sum eru fullir av narkotika. Hetta sigur Joseph Califano, leiðari fyri National Centre on Addiction and Substance Abuse, við Columbia-universitet. Hann heldur, at vit høvdu komið eitt stig tann rætta vegin, um foreldur vóru líka áhugaði í narkotika sum asbest.