Svimjing
Klokkan tveir minuttir í átta týskvøldið, varð Merkið vundið á stong í svimjihøllini á Isle of Man, og var hetta fyrsta ferðin síðani setanina, at so var. Asbjørn Hansen var tá trinin upp á pallin, har hann við Merkinum hangandi á herðunum kundi síggja annað Merkið í høllini verða vundið á stong, meðan føroyski tjóðsangurin streymaði úr hátalarunum.
Hørð kapping
Orsøkin til hetta var sjálvandi tann, at Asbjørn júst hevði vunnið gull í 50 metra bringusvimjing.
Vónirnar undan kappingini vóru eisini til eitt gullmerki. Í innleiðandi bólkunum hevði Asbjørn sett persónligt met við at svimja teinin í 30,06 sekundum, og harumframt var hetta eisini nóg mikið til, at hann byrjaði kappingina á geil fýra sum skjótasti svimjarin.
Kappingin frá mótstøðumonnunum tóktist tó at vera sera hørð. Báðu megin Asbjørn vórðu svimjarar av Isle of Man, og einki var at ivast í, at hesir fóru at fáa hollan stuðul frá heimaáskoðarunum, ið sum vera man høvdu ovurstórar vónir til sínar svimjarar.
Vendingin avgerandi
Spenningurin var ovurstórur millum føroysku svimjararnar og áskoðararnar, tá dómarin gjørdi seg til at senda svimjararnar í vatnið.
Starturin hjá Asbjørni var ikki serliga góður, men hann misti tó á ongan hátt takið á mótstøðumonnunum. Vendingin á 25 metrum var avbera goð, og líkt var til, at svimjararnir nú vóru púra javnir, tá seinna longdin skuldi takast. Her eydnaðist okkara manni at vinna seg avgerandi fram um hinar, og hóast tíðin ikki varð heilt so góð, sum hon var um morgunin, so var hetta nóg mikið til at tryggja gullmerkið. Tíðin hjá Asbjørni var 30,16 sekund, meðan næsti maðurin á málið hevði 30,25 sekund.
Nóg mikið var tað so undir øllum umstøðum til at tryggjað Føroyum fyrsta gullmerkið á Oyggjaleikunum í ár.