Beate L. Samuelsen,
býráðslimur Sambandsfloksins í Tórshavnar býráð
Stóra tónleikatiltakið Asfalt er farið aftur um bak. Nú verður bíðað eftir teimum næstu tiltøkunum í eini perlurøð tónleiki.
Er tað nakað, sum kann knýta fólk saman tvørturum mark, er tað tónleikur.
Sum limur í Mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð var tað ein sjálvfylgja at taka undir við umsóknini um stuðul, sum Margarinfabrikkin sendi nevndini tíðliga í ár í samband við eitt stórt tónleikatiltak 2. og 3. juni.
Fyrireikarunum vantaði pening til tiltakið og søktu nevndina um 150.000 kr. Sjálvandi viðgjørdi nevndin, umsóknina við vælvild og í tí anda, sum umsóknin var skrivað í, og upphæddin játtað uttan himpr.
Upplýst var á nevndarfundi 8. februar, at eisini Føroya Banki hevði sagt seg vilja stuðlað tiltakinum við upp til 150.000 kr. Játtan bankans var um hetta mundi ikki rættiliga komin upp á pláss, men tað gjørdi hon seinni. Minnist meg rætt, greiddi eisini fyriskiparin á Margarinfabrikkini frá hesi frálíku verkætlan, sum skuldi vera eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári frá í summar.
Grunn til spælistað
Tað, sum lá sum grund fyri tiltakinum, var, at allur innkomin peningur skuldi brúkast til stovnseta ein grunn, sum hevði til endamáls at fáa fígging til eitt spælistað fyri ung í Havn.
Eitt frálíkt hugskot, sum eingin kann annað enn taka undir við, tí tey ungu hava veruliga brúk fyri einum spælistað.
Fyriskipararnir fóru alt fyri eitt til verka eftir at hava fingið fíggingina uppá pláss.
24. mai viðgjørdu vit í Mentanarnevndin enn eina umsókn frá Asfalt um kr. 25.000,-, tí teimum vantaði meiri pening. Vit játtaðu uttan at blunka. Endamálið var jú frálíkt.
Um teir fingu somu upphædd frá Føroya Banka, sigur søgan einki um. Líkamikið.
Býráðslimir, sum høvdu áhuga í Asfalt, fingu dagarnar upp til tónleikatiltakið høvi at fáa tvey atgongumerkir. Tað er altíð gott at vita, hvat tað er, man hevur játtað pening til.
Vaglið frægari
Tá eg lat brævbjálvan upp, lógu har tvey hvít atgongumerkir til tónleikatiltøkini í Tórsgøtu, umframt tvey svørt, sum vóru til eitt "after-party" á Hotel Føroyum leygarkvøldið.
Tað er seinna tiltakið, eg ikki kann taka undir við.
Stutt fyri midnátt skuldi ein bussur fara við gestum frá Miðlahúsinum, altso Sosialinum, og niðan til hotellið, upplýsti borgarstjórin Heðin Mortensen fyri mær.
Hetta tiltalaði meg absolutt ikki. Tað gjørdi eg honum eisini greitt beinanvegin.
Hevði bussurin so farið av Vaglinum, av Skálatrøð ella Farstøðini í staðin, hevði tað verið eitt sindur frægari.
Men tað, sum gjørdi, at eg settist aftur, var, at á svørtu atgongumerkjunum til Hotel Føroyar stóð, saman við búmerkinum hjá Asfalt við ljósarari skrivt, skrivað "Miðlahúsið". Ikki eitt orð um Tórshavnar Býráð ella Føroya Banka.
Tað hevði verið uppá sítt pláss, sum býráðslimir eisini vóru kunnaðir um, at Sosialurin skuldi vera við í tónleikatiltakinum, sum Tórshavnar Býráð og Føroya Banki hava stuðlað við tilsamans ávikavist 175.000 kr og 150.000 kr?
Sosialistiskt »after-party«
Hvussu nógv hevur javnaðarblaðið fíggjað Asfalt við, so ráð vóru til fríbillettir til ballið á Hotel Føroyum?
Tær upphæddir, ið eg sum býráðslimur hava verið við til at játta til Asfalt-verkætlanina saman við hinum limunum, hava eina og aleina snúð seg um eitt frálíkt tónleikatiltak við tí endamáli at stovna ein grunn, einum spælistað at frama.
Í lýsingini av málinum um tónleikatiltakið, sum vit viðgjørdu í Mentanarnevndini bæði 8. februar og so aftur 24. mai, stendur ikki eitt einasta orð um, at floksblaðið hjá løgmanni, ið selt varð blaðleiðsluni og Føroya Tele fyri tveimum mánaðum síðani, skuldi vera við í verkætlanini og standa sum sponsor av eini veitslu á Hotel Føroyum hvítusunnuaftan.
Um eg hevði havt minstu hóming av, at býráðið hevði politiskar undirtónar í hesum málinum, hevði eg ikki tikið undir við umsóknunum til tónleikatiltakið við teimum upphæddum, sum søkt varð um.
Eg trúgvi heldur ikki, at hetta upprunaliga hevur verið meiningin. Annars hevði tað væl verið upplýst í málinum, sum lagt var fyri okkum. Tað var tað ikki
Um nakar skuldi havt áhuga í tí, so kann eg upplýsa, at eg var ikki við á after-party hjá Sosialinum á Hotel Føroyum.
Fari eg ikki heilt skeiv, verður borgarstjórin skjótur í einum av komandi bløðunum saman við onkrum Vágsbotns-skribenti at koma við onkrum glepsi sum svar uppá omanfyri nevndu viðmerking.
Asfalt - tað er sakin.
Og spælistaðið, tað má og skal koma.