Askham takkar fyri seg

Men tað verður ikki fyrr enn við árslok. Tað boðar venjarin frá í blaðnum, sum Fótbóltssambandið gav út í sambandi við steypafinalurnar, sum hava verið um vikuskiftið. Við kappingarársenda í fjør ljóðaði, at Heðin Askham fór at steðga, men venjarin valdi so at taka enn eitt tørn við EB/Streymi, sum hann hevur stjórnað síðani 2009.

 

- Tú skalt ongantíð siga ongantíð í fótbólti, men eg kenni ein tørv á einum sabbatári úr Effodeildini. Tá ið tú hevur verið so nógv ”on” í fleiri ár, er gott við einum steðgi at løða teg uppaftur. Eg kundi hugsað mær at brúkt komandi ár til at fáa nýggjan íblástur við at vitja útlendsk fyri at hyggja nærri at, hvussu tey venja og skipa seg, sigur Heðin Askham í blaðnum.

 

Sostatt bendir alt á, at EB/Streymur skal hava nýggjan venjara í 2013.

 

Heðin Askham tók sum sagt við í 2009, eftir at EB/Streymur við Sigfríði S. Clementsen á odda, tapti steypafinaluna í móti Víkingi.