Týska fótbóltssambandið er í holt við eitt nýbrot. Tey eru í ferð at menna eina app, ið fer at geva áskoðarum á teimum ymisku leikvøllunum møguleikan at fylgja við, tá støður í einum fótbóltsdysti skulu kannast av VAR.
Áskoðarar sum eru til ein bundesligadyst hava ikki sama møguleika at síggja VAR-støðurnar, sum tey sum sita heima frammanfyri sjónvarpsskíggjanum.
App´in DFB er í holt við at menna fer at geva áskoðarunum møguleikan at lurta við hvat verður sagt í samskiftinum millum dómararnar og VAR-dómararnar.
Við tíðindastovuna DPA sigur menningarstjórin hjá DFB, Jochen Drees, at nú er tað bara ein spurningur um nær VAR-appin skal almannakunngerast.
Møguleiki verður eisini fyri, at VAR-appin eisini fer at hava videobrot, so ein áskoðari kann síggja somu myndirnar, sum tey heima við hús síggja á sjónvarpsskíggjanum.
Har má DFB tó fyrst loysa eitt mál um rættindi til dystir og hæddarpunkt.
DFB vónar og væntar, at VAR-appin verður tøk komandi vár.